Klorparafin eru langa tíð um at verða niðurbrotin í umhvørvinum, og kunnu hópa seg upp í menniskjum og djórum. Evnini eru eisini sera eitrandi fyri lívið í vatni. Klorparafin eru funnin nógva staðni í føðiketuni, millum annað í fiski, fugli og móðurmjólk. Klorparafin fara í móðurmjólk, eins og PCB og onnur líknandi evni. Klorparafin kunnu elva til ov lítlan vøkstur, seinkaða menning og árin á minnið og læru (t.v.s. árin á menningina av heilanum).
Klorparafin verða nýtt sum flammutálmarar í plasti, gummi og toyði og sum mýkjarar í máling og plasti.
Klorparafin við stuttum ketum (C10-C13) eru umfataðar av ES lóggávu (REACH), og nýtslan er tí sera avmarkað í ES og norðurlondum. Klorparafin við miðallongum ketum (C14-C17) eru at finna á listanum yvir óynskt evni hjá danska Miljøstyrelsen (2009).
Tær flestu vørurnar, sum innihalda klorparafin, hava ikki vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, kanst tú hyggja eftir:
Chlorinated paraffins
Mellemkædede chlorparaffiner
Chloralkaner, C14-17
Medium chained chlorinated paraffins (MCCP)
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|